Førleikastovan

Førleikastovan er eitt tvørfakligt toymi við fakligum førleika og møguleika at arbeiða yrkisliga. Førleikastovan er mannað við serlærara, orðblindalærara, lesivegleiðara, roknivegleiðara, SI-lærara, SSP-umboði og AKT-lærara. Skúlaheilsufrøðingur og SSP-toymið eru eisini tilknýtt førleikastovuni. 

Førleikastovan kann veita foreldrum og lærarum ráð, um trupulleikar eru innan læring ella trivnað. Førleikastovan er við til at samskipa serundirvísingina og er bindilið millum skúlan og Sernám.

Virksemið í førleikastovuni er:

  • at ráðgeva leiðsluni at skipa miðfirraðu tímarnar og tímarnar vegna serligan tørv
  • at náa endamálinum fyri undirvísingina, bæði á normal- og serøkinum
  • at hjálpa læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og/ella allan flokkin
  • at stuðla lærarum í inklusión av næmingum
  • at stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing
  • at stuðla læraranum at útvega hóskandi tilfar til ymiska undirvísing
  • at næmingar verða kannaðir, og ætlan verður gjørd við atliti at teirra menningartilgongd
  • at menna eitt kjakstað um serundirvísingina, so henda og annar sernámsfrøðiligur stuðul verður hóskandi til tørvin í løtuni
  • at ráðgeva og vegleiða starvsfólki í skúlanum/á stovninum fyri at geva starvsfólkunum, sum arbeiða við serundirvísing og/ella sosialum trupulleikum, onkran at tosa við um trupulleikarnar
  • at tosa um barnið/næmingin fyri at tryggja, at tey bestu og minst skerjandi tiltøkini fyri einstaklingin verða framd
  • at bera so í bandi, at serundirvísingin verður skipað so smidlig, at úrtøkan av tilfeinginum til serundirvísingina er so góð sum gjørligt .

Hvat er SSP

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár.

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Endamálið

Endamálið við SSP-samstarvinum er at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava eina mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, verður eisini slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi.

Ásannandi, at lívsførleikar okkara verða mentir í felagsskapi við onnur, verður dentur lagdur á, at øll børn og ung koma upp í part og saman við øðrum fáa treysti og mótstøðuføri, ið so hvørt ger tey til ábyrgdarfullar samfelags-borgarar. Hetta er samstundis besti hátturin at byrgja fyri eini óhepnari kós, sum kann elva til lógarbrot og skaðandi atburð millum børn og ung.

Almenningurin er ein sera týðandi viðspælari hjá SSP-samstarvinum, og eigur virksemið tí eisini at venda sær til foreldur og onnur, ið standa barninum nær. Les meira á www.SSP.fo

 

SSP- lærarar eru:

 

Silvurlín Rasmussen fyri 1. - 3. flokk

Inger Olsen, fyri 4. – 7. flokk.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b